- Hvussu definera vit eina familju? Kann ein familja verða tvær kvinnur og tvey børn, ella tveir menn og tvey børn? Hetta vóru nakrir av spurningunum, sum eyðmerktu kjakið í løgtinginum fyri eini viku síðan um stjórnarskipanina.
Tað sigur LGBT Føroyar, sum hevur givið løgtingslimum bókagávu.
LGBT vísir í tíðindaskrivi í kvøld á, at Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, vildi verða við, at størsti spurningurin í allari stjórnarskipanini er spurningurin, hvat ein familja er.
- Eisini heitti hann á løgtingið um at hugsa seg ómetaliga væl um. Fleiri tingfólk vóru samd við honum. Hjá fleiri løgtingslimum tyktist umráðandi at staðfesta í stjórnarskipanini, at ein familja er ein kjarnufamilja við kvinnu, manni og børnum.
LGBT heldur, at barnabókin - Hin stóra bókin um familjur - sum tey nú hava givið løgtingslimum sum gávu, lýsir á ein lættan og skilagóðan hátt, hvat ein familja er í 2013, og hvussu samansett hugtakið familja er í dagsins Føroyum.
- Tískil hava vit latið øllum løgtingslimum eitt eintak av barnabókini.
LGBT leggur aftrat, at flest børn í Føroyum kenna bókina og eru glað fyri hana.
- Vit í LGBT Føroyar vóna, at løgtingslimir eisini verða glaðir fyri bókina, og at hon kann vera við at víðka sjónarringing hjá teimum, ið framvegis hava eina avmarkaða fatan av - ella vitan um - hvat ein familja er, sigur nevndin í LGBT Føroyar.