Lesandi á Setrinum upplivdu Arctic Circle Assembly

Í vikuskiftinum 19. - 22. oktober var Arctic Circle Assembly í Reykjavík. Hetta er eitt opið forum, har politikkarar, vísindafólk, vinnufólk v.fl. fáa høvi at kjakast um arktisk viðurskifti.

 

Trý lesandi frá Fróðskaparsetrinum vóru við á ráðstevnuni. Tey eru Niklas, Paula og Tróndur frá søgu- og samfelagsdeildini, og tey fingu nógv burturúr.

  

- Sum lesandi fingu vit møguleikan at fáa innlit í, hvussu kjakið um føroysk viðurskifti fer fram, og hvønn leiklut Føroyar kunnu koma at hava í Arktis. M.a. fingu vit innlit í, hvørji frambrot vóru í føroysku vinnuni, ið eru til frama fyri bæði Føroyar, umhvørvið og umheimin, siga tey við Setur.fo

 

Tey høvdu eisini høvi at hoyra onnur lesandi leggja fram teirra granskingarprojekt innan arktis, broytandi geopolitikk og stóra kinesiska áhugan fyri arktis. Umframt hetta var møguleiki at knýta sambond við fólk úr øllum heiminum.

 

- Hetta var eitt einastandandi høvi at koma burturúr undirvísingarhølunum og uppliva, hvussu slíkt altjóða samstarv fer fram. Hetta var at fara frá teori til praksis, siga tey trý við Setur.fo, og leggja aftrat, at tey vilja eggja øllum til at taka arktisku málini í álvara, tí hetta er bæði ein avbjóðing og ein møguleiki fyri Føroyar.