Álendingar: Vit vunnu á sterkum føroyskum liði

OYGGJALEIKIR: Í Álandi fegnast tjóðin um ein harðvunnan flogbóltssigur á føroyska manslandsliðnum ígjár

 

Í Álandi er fagnaðurin stórur um, at teirra flogbóltsmenn megnaðu at knógva Føroyum 3-1 í bólkafinaluni í bólki B ígjár. Tað merkir, at Áland sleppur undan Saaremaa, men skal ístaðin møta Gotlandi í hálvfinaluni. Føroyar skulu møta Saaremaa í hálvfinaluni, sum verður leikt hósdagin klokkan 17.30.

 

Verneri Vetriö, sum slóg seinasta bóltin í gólvið tá álendingar vunnu fjórða sett 25-23, og harvið dystin 3-1, sigur í samrøðu við álendska kringvarpið, at teir eru sera fegnir um at hava vunnið ein spennandi og undirhaldandi dyst ímóti einum sterkum og góðum føroyskum liði. Hann sigur í samrøðuni, at hetta er ein sigur, sum álendska liðið hevur søkt leingi, og tí var fagnaðurin stórur hjá Verneri Vetriö og liðfeløgunum, tá dysturin var vunnin.

 

Verneri Vetriö heldur, at teir høvdu stórar trupuleikar í fyrsta settinum, sum Føroyar vunnu. Men so heldur hann, at álendska liðið arbeiddi seg upp, og tað bleiv betri og betri hjá honum og liðfeløgunum, sum dysturin leið. - Tað er veruliga stuttligt at vinna ein so spennandi og javnan dyst, sigur Verneri Vetriö í samrøðuni við álendska kringvarpið.

 

Áland og Gotland spæla hálvfinalu samstundis, sum Føroyar og Saaremaa spæla hálvfinalu, nevnliga klokkan 17.30 hósdagin.