Við stuðli frá Føroya Banka fóru Lena og Niclas í Abbey Road beint eftir stóra AME-tiltakið við føroyskum tónleikarum í Íslandi síðst í apríl mánaði.
Upptøkurnar vórðu gjørdar í Studio 2, har beatlarnir tóku flestu av sínum plátum upp í sekstiárunum. Fyrsta dagin tóku tey upp sangin Stones In My Pocket, sum onglendingurin Dan Clews hevði lagt til rættis.
Dan Clews hevði valt at brúka hørpu, kontrabass, sello og vibrafon á sanginum, og tónleikararnir, sum spældu ljóðførini, vóru sera dugnaligir. Eitt nú hevði tann, sum spældi kontrabass, fáar dagar frammanundan spælt við á einum sangi hjá Paul McCartney.
Paul McCartney var ikki í Abbey Road, meðan Lena og Niclas tóku upp har. Men hann var í nánd. Tá tey bæði fóru á matstovu stutt frá upptøkuhølunum, sat Paul McCartney har og fekk sær ein bita saman við yngstu dóttrini, Beatrice. Lena og Niclas valdu tó ikki órógva faðir og dóttir.
Tey bæði fingu eisini lagt strúkarar á sangirnar And Life Carries On Without You og Let Your Scars Dance í Abbey Road. Ein professionell strúkikvartett syrgdi fyri hesum arbeiðinum.
Undir upptøkunum kom fram, at eitt Steinway-klaver, sum stóð í Studio 2, var sama klaver, sum The Beatles brúkti á sanginum Lady Madonna. Hóast klaverið ikki stemmaði væl, hálaðu tey tað fram og brúktu tað á Let Your Scars Dance. So vóru bondini til The Beatles knýtt heilt ítøkiliga!
Sjónvarpið var við á ferðini í London, so meira verður helst at frætta skjótt um, hvussu leikur fór, tá Lena og Niclas sum fyrstu føroyingarnir nakrantíð tóku upp tónleik í Abbey Road.
Í løtuni arbeiða tey bæði víðari við fløguni í Føroyum og brynja seg til at spæla á stóra tónleikatiltakinum Asfalt í Tórsgøtu 2. og 3. juni. Fløgan kemur út seinni í summar.
Kelda: www.foroyabanki.fo










