Lena aftur á pallin í Føroyum

Eftir konsertferð til 19 europeiskar stórbýir fer Lena Anderssen fríggjakvøldið at spæla aftur í Føroyum. Konsertin verður í Atlantis í Klaksvík Fríggjakvøldið klokkan 21.00 fer Lena Anderssen at hava sína fyrstu konsert í Føroyum síðani fløgan ?Let Your Scars Dance? kom út tíðliga í summar.

 

Lena hevur júst verið á konsertferð í Evropa, har hon var serligur gestur á konsertferð hjá avstralska tónleikaranum Xavier Rudd. Konsertferðin, ið fevndi um 19 stórbýir, var útseld á flestu støðum og ummælini higartil hava verið serstakliga góð.

 

- Suverent og hugtakandi, skrivaði týskur ummælari á størstu tónleikasíðuni MusicQuarter.de um framførsluna hjá Lenu, tá hon vitjaði í Týsklandi.

 

Á konsertini í Klaksvík fer Lena at framføra sangir av fløguni Let Your Scars Dance, harumframt vera eldri løg og okkurt spildurnýtt tilfar á skránni. Lena hevur Niclas Johannesen við sær á guitar hetta kvøldið í Klaksvík og helst verður onkur eyka gestur við eisini.

 

Atgongumerki fáast á Shell-støðini í Klaksvík. Og í húsinum hálvan tíma áðrenn konsertina.