Konsertin er ætlað sjúklingum, avvarðandi og starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum.
Tað eru Monika Stauss á violin og Ólavur Jakobsen á gittara, sum fara at framføra tónleik hjá Paganini, Kreisler og Bach. Eisini verður okkurt føroyskt lag at hoyra.
Monika og Ólavur stremba eftir at geva áhoyrarunum eina góða uppliving og siga eisini nøkur orð um tað, ið spælt verður.
Næsta konsertin verður um miðjan desember og verður ein serlig jólakonsert.