Enn verður leitað eftir fólki í jarðskjálvtan í Costa Rica Í miðamerikanska landinum Costa Rica leita bjargingarlið framvegis eftir fólki, sum komu at liggja undir húsaleivdum eftir tann harða jarðskjálvtan har í síðstu viku. Millum annað leita bjargingarlið í bygdini Cinchona, sum er tætt við gosfjallið Poas, tí hildið verður, at fleiri fólk liggja undir húsaleivdunum har. Myndugleikarnir søgdu í gjár, jarðskjálvtin kravdi 20 mannalív, men at 85 fólk eru ikki komin afturíaftur eftir skjálvtan, sum var tann harðasti í Costa Rica í 150 ár.