Leita eftir nýggjum stjóra til Vágafloghavn

Í komandi viku verður søkt eftir nýggjum forstjóra til Vágafloghavn. Hetta verður gjørt, tí Dávur Reinert Hansen í farnu viku brádliga fór frá sum forstjóri í felagnum, hálvan annan mánað áðrenn arbeiðið við at leingja flogvøllin var liðugt. Hvørki Dávur Reinert Hansen ella Kitty-May Ellefsen vildu gera viðmerkingar til málið.

Bæði vóru tó samd um at siga, at tíðin var komin har til, at Dávur Reinert Hansen skuldi takka fyri seg og nýggjur forstjóri finnast. Finnbogi Niclasen er settur sum fyribils stjóri, men í næstu viku verður, sambært Kringvarpinum, farið undir at lýsa eftir nýggjum stjóra.