Lava aftur í Víkingi

Víkingur hevur styrkt sær liðið við álopsspælaranum Andreasi Lava Olsen, sum annars hevur verið í Danmark og roynt seg seinasta árið.

 

Andreas Lava Olsen hevur vant í Víkingi í summar, og nú er avtala gjørd millum partarnar, so at Lava spælir við Víkingi restina av kappingarárinum.

 

Áðrenn Andreas Lava Olsen fór til Danmarkar, var hann álopsprofilur á liðnum hjá Víkingi, og í felagnum fegnast tey um, at hann nú aftur er tøkur á felagslinum hjá gøtumonnum og leirvíkingum.