Eftir at hava gingið arbeiðsleysur sum venjari í meiri enn eitt ár eftir uppsøgnina í Spartak Moskva í apríl í fjør, tykist nærmasta framtíðin hjá Michael Laudrup at liggja á sponsku frítíðaroynni Mallorca.
Ja, Michael Laudrup er her á Mallorca. Vit samráðast við hann og rokna við at finna eina semju innan fyri komandi dagarnar, sigur Mar Boscq, talskvinna hjá RDC Mallorca við tipsbladet.dk.
Hon dugir tó ikki at siga, um tað verður í dag, í morgin ella leygardagin, at Michael Laudrup alment verður útnevndur sum nýggjur venjari í Mallorca, sum seinasta kappingarár endaði á einum respektablum fimta plássi.