Enn hevur felagið tó ikki vent sær til danska venjaran, skrivar BBC Sports.
Heimasíðan metir tó, at Michael Laudrup stendur fyri tí spælistíli, sum Swansea helst vil spæla. BBC vísir á, at Laudrup í síni stórheitstíð vann fimm sponsk meistaraheiti frá 1991 til 1995 við Barcelona og Real Madrid.
BBC metir, at Laudrup er ein av favorittunum at gerast nýggjur Swansea-venjari í kapping við verandi Brighton-venjara, Gus Poyet, Blackpool-venjaran, Ian Holloway, MK Dons-venjaran, Karl Robinson og Swindon-venjaran, Paulo di Canio.
Michael Laudrup hevur royndir sum venjari í Brøndby, Getafe, Spartak Moskva og Real Mallorca.
Swansea er eitt av fýra feløgum í Premier League, sum leita eftir nýggjum venjara. Hini eru Norwich, West Bromwich Albions og Chelsea.










