Alt var ikki tann beri idyllur í Brøndby, tá ið Michael Laudrup var venjari hjá. Blaðið 24timer hevur í dag samrøður við fleiri stuðulsspælarar hjá Brøndby, sum lata illa at venjarastílinum hjá fyrrverandi venjaranum Michael Laudrup. Sambært spælarunum hildu Laudrup og hjálparvenjarin John Jensen seg fyri seg sjálvar á skrivstovuna allatíðina, uttan tá ið venjing var á vøllinum. Sambandið millum spælarar og venjarar var vánaligt, og sambært blaðnum vóru spælararnir fegnir um, at Laudrup gavst sum venjari í felagnum