Latið skattalættan gjalda Sandoyartunnilin

Frank Davidsen
---

Eingin ivi er um, at Sand­oygg­in kann koma at blóma aft­ur, um fast samband gerst veruleiki. Við sínum nattúru, slætta lendið, og upp­land til túsundar av bíligum grund­økjum, so er eingin ivi um, at tað verður tann vegin, at miðstaðarøki kemur at vaksa. Tá kemur tað bert at taka 10-15 minuttir inn á meginøki við eini tunn­ilsl­oysn.
Tá ið forskatting av pen­siónum kunna brúkast til ein skattalætta, hví kann sami leistur ikki so nýtast til tað fasta sambandið til Sandoynna. Samfelagsvirði og nýtsluvirði av hesum verð­ur ovurhonds stórt, ikki bert fyri Sandoyingar, men alt sam­felagið.
Umleið 240 milliónir krón­ur verða latnar í skattalætta árliga. Um hesin peningur ístaðin fyri verður tøkur til Sandoyartunnilin, so verður henda upphædd komandi 3 árini gott og væl 700 milliónir krónur. Við hesari upphædd verður Sandoyartunnilin so gott sum komin undir land fíggjarliga.
Ivist ikki í, at flest øll av teimun sum fáa henda skattalætta, einki hava í móti at vísa Sandoyafólki tann solidaritet tey hava uppi­borið. Flestu av stóru oyggj­unum hava notið gott, av almennum arbeiðs­pláss­um. Eisini fáa tey øgi­ligar upphæddir í sam­band við at leiga út til tað almenna. Tað sindri av al­mennum ar­beiðs­plássum ið Sand­oyggin hevði, vóru eftir fáum árum flutt aftur til miðøki.
Var ikki so lítið skelkaður herfyri, tá eg á ferð til Skála­víkar seinasta vikuskifti á Gomlu­rætt, veruliga fór aftur í tíðina, tá Oyragjógv var snúingsdepulin hjá vága­fólki, at koma til miðøki. Mann­ingin á Teistanum baksa­ð­ist við at fáa so nógvar bilar um­borð so gjørligt. Har vóru lyftir nýttar, bilar vóru noyddir at bakka í land aftur, fyri síðan at koyra umborð aftur. So var neyðugt at lyfta bil við handakraft o.s.fr..
Sjálvt um manningin sjálvsagt legði alla orku í, so høvdu teir ongan møgu­leika, at sigla til tað sum ferða­ætl­anin segði kl 17.15.
Tá ið undirritaði kom yvur aftur á Gomlurætt umleið kl. 20.30 stóðu nógvir bilar eftir, sjálvt um ferjan eisini hevði siglt ein túr kl.18.30. Sostatt hevur klokkan helst táttað í 22.00 áðrenn tey íð skuldu til eystara part av Sandoynni vóru við hús.
Sum støðan er í okkara høvusstaðið, so er hann við at vaksa út yvur tað sum gott er. Tí er eingin sum helst ivi um, at nógvar av ungu familjunum, eins og kanska eldri fólk sum hava til­knýti til Sandoynna, høvdu fest búgv í Sandoynni um Sand­oyar­tunn­ilin gerst veru­leiki. Men tað skal tað verða Sand­oynni lív lagað, so skal tað verða her og nú.
Í hesum døgum er Sand­oyar­tunnilin við at kval­ast í vælvild, frá okkara politikarum. Men ofta er tað so, at tá vælvildin er størst, er úrsliti ofta sera soltið.
Við omanfyrinevnda leisti, so eigur Sandoyartunnilin at kunna gerast veruleiki. Her er ikki fyri neyðuni at gera nakren rossahandil, tí henda ætlan er fer aftaná fer skúgva til viks vegna lokalar rossahandlar. Verður ein loysn ikki funnin nú, so býður ikki Sandoynni bøtur. Oyggin hevur løgtingsumboð úr trimun teimun stóru flokkunum, samstundis sum bæði politikkara úr samgongu og andstøðu nú veruliga síggja, at hetta kan gerast síðsta útkall, skal Sandoyggin ikki avtoftast.
Sjálvur dugi eg ikki at síggja, hví ikki Sandoyingar einaferð kunna hála eina kanin upp úr hattinum. Ella, er tað bert okkara fíggjar­mála­ráðharri ið hevur hesi evnini.
Avgerðin er tykkara sum í dag mynda Føroya Løgting.
Livst so spyrst.