Latið nú bara valini koma

Alt síðani 1852 hava Før­oyar havt 7 valdømi. Frá 2007 eru allar Føroyar at rokna sum eitt valdømi. Hetta kann tykjast at vera ein ógvuliga stór broyting. Men hyggja vit at, hvussu samskiftirmøguleikarnir í breiðastu merking eru broyttir frá 1852 og til í 2007, so mugu øll ásanna, at tað er ikki meira enn rímiligt, at framburðurin endurspeglast í samfelags­strukturinum. Ein av hes­um natúrligu og neyðugu rationaliseringunum er, at allar Føroyar sjálvandi eiga at roknast sum eitt valdømi.

Eilif Samuelsen

 

Allir dómadagspro­fetar­nir, sum vildu seta niður kommissiónir og nevndir fyri at køva málið, og sum spáddu, at demokratiið hevði sæð sínar bestu dagar her á landi, og at útjaðarin fór at fara heilt í rot, at útjaðarafólk (hvørji tey so eru) fara at missa hugin at fara á val, teir fara óivað at síggja, at alt fer at laga seg nógv betur, enn tað var frammanundan. Øll tey, sum vilja, at alt skal vera, sum tað altíð hevur verið, verða nú noydd at hyggja inn í framtíðina við nýggjum eygum. At ein partur av valdu løgtings­limunum nú hava tikið seg saman og hava víst dirvi at gera nakað við framtíðini í huga og sum fer at styrkja ta demokratisku tilgongd­ina í framtíðini, tað er bara at frøast um.

 

Gjørdi Edmund rætt?

Nógv hevur verið tosað um, at tað var skeivt av løgtingsformanninum at leggja hetta uppskotið um eitt valdømi fram. Men tað er uttan fyri nakran iva, at var tað ikki júst formað­urin, sum setti tað fram, so hevði eitt slíkt uppskot ongantíð á ævini verið samtykt. Fýra ferðir áður hava ymisk tingfólk lagt uppskot fram um eitt valdømi, men hvørja ferð er tað kulað niður. Var tað andstøðan, sum kom við uppskotinum, so var tað prædestinerað, at tað var felt. Við teimum royndum vit hava av samgongum, so er tað við vissu givið, at hon hevði ikki sloppið at lagt eitt slíkt uppskot fram.

Við øllum sum vit gera, eru bæði fyrimunir og vansar. Tað hevur verið lætt hjá ymsum serfrøð­ingum og ávísum ting­limum, sum hava hildið seg fara at verða raktar av rekylinum frá uppskoti­num, at vísa á vansar. Men meirilutin í tinginum hevur so hildið, at vansarnir fara at verða at liva við, og at fyrimunirnir í nógv størri mun fara at viga upp ímóti vansunum. Tað kann væl vera, at tað geografiska býtið av tinglimum fer at verða eitt sindur øðrvísi, enn núgaldandi lógin hevur tvíhildið um. Men er tað nú so galið, at demokratiið verður loyst úr fjøtrandi bondum, og at alt Føroya fólk endiliga sleppur at manna løgtingið á javnbjóðis hátt?

 

Hvat nú við veljarafeløgunum?

Nevndin í Norðoyar Sam­bandsfelag skal hava tað rós, at hjá teimum er stutt frá tanka til handling. Tað hava tey mangan víst áður. Tá ið átakið um fleiri kvinnur í politikki rættiliga poppaði upp í fjølmiðlu­num, var nevndin skjót at melda út, at hon fór at stilla líka nógvar kvinnur sum menn á listan. Gott dømi at taka eftir! Men tey vóru kanska í so skjót á klikkipinninum, tá ið tey avráddu, at gjørdust Føroyar eitt valdømi, so var grundarlagið undir veljarafeløgunum burtur, og at Norðoya Sambandsfelag kundu líka so væl fáa kúluna fyri pannuna við brestin.

Men veruleikin verður ein heilt annar. Lokal­feløg­ini fara at hava akkurát líka nógvar uppgávur, sum tey altíð hava havt. Tey fara framvegis at mæla sínum landsfelag til, hvørji úr teirra øki eiga at vera mill­um tey í mesta lagi 45, sum flokkurin stillar upp til løgtingsval. Annars hava feløgini tær somu upplýs­andi og eggjandi uppgáv­ur­nar, sum tey altíð hava havt.

Teir valdu politikararnir fáa nú eina víðkaða skyldu. Fyrr skuldu teir fyrst og fremst hava kontakt við sítt egna veljarafelag. Nú hava teir sjey lokalfeløg, sum umboða teirra veljarar. Hesi skulu røkjast bæði væl og virðiliga, hava teir sítt politiska lív kært, og eftir sum politikararnir nú fara at arbeiða javnt fyri alt landið, fara vit kanska at sleppa av við handan spjaðandi og køvandi skilnaðin millum útjaðara og miðstað.

Val til løgtingið verður í seinasta lagi 19. januar komandi. Tá sleppur nýggja skipanin at royna seg, og eingin ivi er um, at hon fer at roynast heldur frægari enn pessimistarnir hava spáað. Fólkatingsval verður eisini um miðjan november, og við tað valið hava Føroyar altíð virkað sum eitt valdømi. Og eitt er heilt vist, at valskipanin hevur ikki skyldina í, at nógv halda, at tað eru tey skeivu valevnini, sum verða vald.