Lat sodavatnið fara og klænka

Ein nýggj ensk kanning vísir, at tað ikki skal so nógv til fyri at børn og ung skulu klænka

 
Børn og ung gerast feitari og feitari og sjúkur, sum fyrr bara sóust hjá elsri fólk eru nú eisini at finna millum ungfólk.
              
Men henda gongdin kann lætt fyribyrjast. Ein nýggj ensk kanning vísir nevniliga, at verður sodavatnið lagt á hillina, verður tað ein munadygg fyribyrgin móti fiti.
              
Kanningin er gjørd í einum enskum skúla í einum tíðarsekiði uppá 4 ár. Umframt at tað einaferð hvørt árið fingu vitjan av kostráðgeva, fingu tey eisini afturvendandi udirvísing frá flokkslæraranum, har tey vóru mint á, at skifta sodavatnið út við vatn. Hetta vísti seg at minka um dellurnar og smalka miðjurnar.
              
Sambært ?Bedre sundhed for børn og unge?, er talið á ov feitum børnum og ungum skjótt vaksandi. Frá 1971 til 1997 vaks talið á ov feitum gentum í aldrinum 14-16 ár frá 4 upp í 10 prosent.
Kelda: Politikken