Lat okkum taka Bjarna upp á orðið

Dag eftir dag hoyra vit Fólkaflokkin tosa um, at nú skal sparast enn meira í almenna rakstrinum, og at hetta helst skal gerast innan almannaverkið, skúlaverkið og heilsuverkið. Teir gloyma vist, at júst hesi øki eru grundsúlurnar undir vælferðarsamfelagnum. Men nú kom Bjarni Djurholm við røttu loysnini...

Fólkaflokkurin sigur sparingar í almenna rakstrinum vera røttu loysnina burtur úr kreppuni, og nú er Bjarni Djurholm komin við tí rætta boðnum. Vit kunnu avtaka Fiskimálaráðið, sum jú ongan fiskivinnupolitikk førir kortini. Harumframt er ongin trupulleiki at fylgja hansara tilmæli at taka burtur 50 mió. játtanina til Uttanríkisráðið.

Uttanríkisráðið er, hóast allar burturforkláringar hjá Jørgeni Niclasen, størsta ráðið í landinum og hevur onki beinleiðis at gera fyri livikorini hjá borgarunum.

Tað er higartil ríkiligt spart á teimum mest viðbreknu og grundleggjandi økjunum í vælferðarsamfelagnum. Almannaverkið, Heilsuverkið og Skúlaverkið hava veruliga tikið síni tøk og spart so mikið nógv, at spurningur kann setast við, um summar av sparingunum ikki eru farnar yvir um mark fyri, hvat ið er ráðiligt og sømiligt.

Hvar eru reformarnir
Samstundis hava vit bíðað í tolni eftir neyðugu reformunum á vinnuøkinum. Fiskivinnan er í andaleypi, millum annað orsakað av, at tað ikki eydnaðist at gjøgnumføra neyðugu reformarnar, ið vit settu okkum fyri í CHE samgonguni. Hóast vinnan sjálv nú er farin at rópa varskó ímóti traditionella fólkaflokspolitikkinum, so hendir kortini onki. Bert totalur stillstandur og onkistøða. Tí hevur Bjarni Djurholm púra rætt í, at nú má nakað henda á fiskivinnuøkinum. Heldur verandi støða fram, er helst best at fylgja tilmæli hansara og bara niðurleggja ráðið. Tí í verandi støðu hevur landsstýrismaðurin onga funktión kortini.

Andsøgnir hjá Jørgeni
Dag eftir dag hoyra vit Fólkaflokkin tosa um, at nú skal sparast enn meira í almenna rakstrinum, og at hetta helst skal gerast innan almannaverkið, skúlaverkið og heilsuverkið. Teir gloyma vist, at júst hesi øki eru grundsúlurnar undir vælferðarsamfelagnum. Máar tú burtur hesar tænastur, ja so kenna fólk seg ikki trygg í at liva í landinum longur, og so kunnu allar vónir um fólka- og búskaparvøkstur leggjast á hillina. Í staðin kunnu vit vænta fólkafráflyting og enn størri fall í búskapinum.

Løgið kortini, at teir tora at koma við hesum útmeldingum, samstundis sum floksformaðurin hevur bygt upp størsta ráðið av øllum teimum níggju aðalráðunum. Uttanríkisráðið hevur eina játtan uppá uml. 50 mió. og hevur ein heilan her av serfrøðingum, leiðandi serfrøðingum, deildarleiðarum á deildum við ongum starvsfólki, sum øll sita kring landsstýrismannin sjálvan. Ikki tí, at nakað er galið við dugnaligu starvsfólkunum í ráðnum. Men tað er landsstýrismaðurin, ið hevur ynskt at skipa ráðið soleiðis.

Kortini hava vit ongi stór frambrot sæð á uttanríkispolitiska økinum. Fyri tað mesta hevur Uttanríkisráðið bert tikið seg inn á væl etableraðar funktónir hjá Fiskimálaráðnum, soleiðis at tað meira enn so er komið bland og órógv í málini.

Í sjeyti og áttatiárunum megnaðu vit at gera størstu uttanríkispolitisku avtalurnar nakrantíð, langt áðrenn hetta ráðið var til. So her er helst lætt at spara 50 mió., nú Fólkaflokkurin sjálvur vil spara uppá almennu rakstrarútreiðslurnar og teirra egni fyrrverandi landsstýrismaður og varaløgmaður mælir til at niðurleggja júst hetta aðalráð.

Javnaðarflokkurin góðtekur í øllum førum ikki fleiri niðurskerjingar á vælferðarøkjunum.

Javnaðarflokkurin er tó klárur at hjálpa til at fáa skil uppá fiskivinnupolitikkin. Eisini um tað merkir, at Fiskimálaráðið skal niðurleggjast og eitt veruligt vinnumálaráð verður skipað í staðin.

Um Fólkaflokkurin somuleiðis bjóðar sær til at spara 50 milliónir krónur á fíggjarlógini við at niðurleggja Uttanríkisráðið, so eru vit eisini klár til hetta, um tað frítekur borgararnar fyri fleiri byrðum og skerjingum í vælferðartænastunum. Ikki tí, vit halda sanniliga uttanríkispolitikk hava stóra týdning. Tað halda vit eisini, at bæði Atli P. Dam og síðani Jóannes Eidesgaard hava prógvað í sínum aktiva uttanríkispolitikki uttan nakað forkromað uttanríkisráð.