?Ubi est Roma?? Soleiðis minnast mong byrjanina til ta gomlu latínbókina. Nú er áhugin fyri málinum vaksin aftur,
Fleiri og fleiri næmingar í donsku studentaskúlunum velja nú aftur hetta klassiska málið.
Tað sá annars ikki so gott út í 2005, tá gymnasie-reformurin varð settur í verk. Tá dalaði talið av teimum skúlunum, ið kundu bjóða næmingum sínum undirvísing í latíni.
Í 2007 var sostatt bert ein studentaskúli sum bjóðaði undirvísing fram í hesum málinum á høgum støði.
Í ár er talið vaksið til 10, meðan uppaftur onnur 30 bjóða tað fram á einum lægri støði.
Jens Refslund Petersen, sum er formaður fyri lærararnar í latíni, grikskum og fornaldarfrøði kallar hetta fyri eina succes-søgu. Hann skilir hinvegin ikki ta lágu raðfestingina á universitetunum, haðani latín-lærararnir skulu útbúgvast í framtíðini.
Tað vísir seg nevniliga, at tær ?smølu? lærugreinarnar verða skornar alt meiri og meiri niður. Hetta hendir júst í eini tíð, har møguleikin fyri at brúka tað latínska málið gerst størri og størri.
Og fyri at svara fyrsta spurninginum í greinini: ?Roma in Italia est !?