Hetta vikuskiftið hava tey havt fína vitjan norðuri við Gjógv. Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, hevur verið við gjógv hetta vikuskiftið, nú tey hava verið á fjalli.
Lars Løkke Rasmussen og føroyska kona hansara, Sólrun Løkke Rasmussen nakrar gyllin av jørð við Gjógv, sum gevur teimum fimm seyðir. Tí hevur Lars Løkke Rasmussen verið og gjørt sína skyldu sum hinir eigararnir við Gjógv. Men tað er fyrstu ferð, at hann sjálvur roynir seg við at fletta, frættist frá Gjógv.
Á myndini síggja vit Mads Winther, fyrrverandi rektara í Studentaskúlanum í Hoydølum leggja forsætisráðharranum lag á.
Verfamiljan hjá forsætisráðharranum eigur hús við Gjógv. Abbi Sólru, var Sigurð Joensen, sum var advokatur og løgtingsmaður fyri Tjóðveldisflokkin í fimmti- og sekstiárunum. Hann var frá Gjógv.
Forsætisráðharrahjúnini fara aftur til Danmark í morgin.