ÓLAVUR Í BEITI
Tað var Katrin Dahl Jakobsen sum undan verkfallinum setti mentamálaráðharranum 8 spurningar í fyrispurningi, og herfyri svaraði Høgni Hoydal fyrispurninginum, sum upprunaliga var settur Signari á Brúnni. Síðan er so eisini hent, at verkfallið hjá sáttmálasettu lærarunum er av.
Í fyrsta spurningi vil Katrin Dahl Jacobsen hava at vita, um landsstýrismaðurin heldur tað vera rætt og hóskiligt, at lógarásettar uppgávur í fólkaskúlanum verða gjørdar upp sum partur av lønar- og sáttmálasamráðing?
Gjøgnumlýsing
Og Høgni Hoydal svarar, at hann hevur tikið stig til at gera eina gjøgnumlýsing av fólkaskúlalógina umsitingarliga og gjørt eina ætlan fyri, hvussu tættirnir í nýggju fólkaskúlalógin kunnu fáast at virka til fulnar. Hetta ætlar hann sær at gera í neyvum samskifti við Føroya Lærarafelag, skúlaleiðslur, skúlanevndir, og kommunur.
? Sjálvsagt eiga veruligu starvsviðurskiftini, arbeiðstíðin og arbeiðsuppgávurnar at vera lýstar til fulnar. Tað er grundarlag fyri at gera rættvísar og nøktandi sáttmálar. Hetta hevur helst vantað undir gomlu fólkaskúlalógini og nú eisini undir teirri nýggju. Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá øllum pørtum skuldi havt verið liðugur at lýsa hetta økið, áðrenn sáttmálin fór úr gildi í ár, men hetta eydnaðist tíverri ikki. Men tað átti ikki at verið so trupult at gjørt hetta, um partarnir høvdu sitið við samráðingarborðið, og Undirvísingar- og Mentamálastýrið vil gera alt fyri at fáa hetta lýst í sátt og semju, sigur Høgni Hoydal.
Viðvíkjandi spurninginum um landsstýrismaðurin er nøgdur við, at lógarábyrgdarøki hansara stendur og fellur við, hvussu avvarandi fakfelag hepnast í eini lønarsamráðing, svarar Høgni Hoydal, at hann er ikki nøgdur við ta gongd og avleiðingar, sum lønarsamráðingarnar hava fingið. Gongd og avleiðingar standast m.a. av, at lógarásettu uppgávurnar og kostnaður av eini løgtingslóg sum heild eru tengdar upp í lønarsamráðingarnar. Fremsta mál landsstýrismansins er at tryggja, at fólkaskúlin virkar til fulnar fyri tey sum starvast har og varða av honum, og at næmingar fáa ta undirvísing, teir hava krav uppá.
Skiljast frá
Og til spurningin, um landsstýrismaðurin heldur tað kann virka niðurbrótandi fyri fakfelagsarbeiði, tá ið tað skal stríðast fyri at útfylla eina lóg, sum tingið hevur samtykt, sigur Høgni Hoydal í svarinum, at tað er sera fremjandi, at eitt yrkisfelag ger vart við seg, tá ið talan er um at fáa karmarnar í eini lóg til veruligt innihald. Føroya Lærarafelag hevur frá fyrsta degi virkað fyri fólkaskúlan sum heild, og tað eigur felagið stóran heiður fyri.
Men tað at fylla lógina út, at umsita lógina, tryggja neyðugt fíggjarligt grundarlag, og hava ábyrgd fyri, at hon virkar, eigur ikki at verða tengt upp í sáttmálasamráðingar. Minnast má til, at landsstýrið er arbeiðsgevari hjá teimum alment settu ? ikki Løgtingið. Løgtingið er arbeiðsgevari hjá landsstýrinum og skal halda eftirlit við, at landsstýrið útinnir lógirnar á fullgóðan hátt.
10 mió. árlig hækking
Viðvíkjandi spurninginum at fara aftur til gomlu lógina, um nýggja ikki virkar, sigur Høgni Hoydal, at fólkaskúlalógini verður lív lagað í einum mennandi samfelagi. Tá núverandi ósemja er loyst, kann øll orka fara til at gera føroyska fólkaskúlan til eitt fyridømi um nútímans undirvísing og útbúgving fyri øll í samfelagnum ? uttan mun til ymisk evni, sosiala støðu, trúgv ella bústað í landinum. Fólkaskúlalógin er ætlað sum ein karmur um fólkaskúlans virksemið. Øll eiga vit at gera okkara til at fylla upp í karmarnar, men landsstýrið og løgting hava ábyrgdina og skulu tryggja, at karmarnir eru í lagi. Tað krevur eina langtíðarætlan og gott samskifti millum allar partar.
Og viðvíkjandi spurninginum, um mentamálaráðharrin ætlar at koma í tingið við umbøn um neyðugu játtanina, sigur Høgni Hoydal, at hann ætlar sjálvsagt út frá metingum um tørv og neyðugum raðfestingum at gera uppskot á komandi fíggjarlógum og at gera langtíðarfíggjarlóg fyri fólkaskúlan, sum tingið verður at taka støðu til.
? Annars kann verða upplýst, at játtanin til fólkaskúlan á árligu løgtingsfíggjarlógunum, tey seinastu trý árini, er økt við uml. 10 mió. kr. í føstum prísum.