Frásøgnin hesa ferð er um gravsteinin hjá Onnu Katrinu Simonsen, sum var gift við Johannes Simonsen, múrara.
Vinstrumegin hana liggur omma hennara Anna Katrina Hansen, tó uttan stein. Hon er elsta fólk á kirkjugarðinum á Svínaryggi, sum vit vita um.
Í Tingakrossi stendur henda grein um Onnu Katrinu Hansen.
100 ára dagur
14. apríl sjálvan summarmáladag 1827 var hon borin í heim í Skálavík. Sum heilt lítil smágenta kom hon til Dals, har hon vaks upp hjá morbróðuri sínum. Her var hon í samfull 80 ár, giftist við Peter Hansen ognarmanni í Dali, og tey áttu eittans barn, sonin Hanus í Malthúsinum (f. 1859) nevndur. (Giftur við Elsebeth Johanna Sofie Jacobsdatter f. 1847 í Havn) Í 1915 kom Anna Katrina higar til Havnar, og her hevur hon verið síðani.
Hundrað ár er long æviskeið, og óføra nógv er umskift bæði úti og heima, síðan hin lítla Anna Katrina Jóanesdóttir steig síni fyrstu spor í Skálavíks túnum. Men árini hava ikki nívt hana til jarðar. Hon er so sjáldsama andsfrísk, væl hýrd og skemtingarsom, at mong lívsleidd og geispandi ungmoy kundi havt allan orsaka til at misunt henni. Seinasta summar var hon javnan úti, og ikki man tað fara at bila heldur á komandi sumri. Eisini eyguni hevur hon góð, men brillurnar mugu nýtast til lestur. Tað er bert eitt, sum bagir Elin Katrinu. Hon er blivin nakað deyv.
Tó, ómerktur verður væl eingin við 100 árum á baki, og í so góðum skili kann tað einans vera hugnaligt at liva mong góð ár afturat.
Dimmalætting skrivar m.a.
Hun har været en ualmindelig dygtig og indsigtsfuld Kvinde, og hendes flittige Hænder har været i travl virksomhed selv længe efter, at hun var naaet Støvets Aar. Nu da hendes Livs Aften er nær, kan hun se tilbage paa en vel anvendt Arbejdsdag. Til trods for sin usædvanlig høje Alder er Anna Kathrine Hansen endnu frisk og rørig og fuldstændig Aandsfrisk.
Var “bert” 98 ár, tá
hon fylti 100
Anna Katrina doyr í 1931. Hon býr tá inni hjá Johannes Simonsen. Kona hansara var tá deyð. Í kirkjugarðsprotokolluni stendur, at hon er 103 ára gomul.
Tað tykist sum at Anna Katrina varð gjørd tvey ár eldri, enn hon veruliga var. Tað kann staðfestast nú, at hon var ikki fødd í 1827, men í 1829. Tískil hevur hon “bert” verið 98 ár, tá ið hon varð søgd at vera 100. Tá ið hon doyr í 1931 var hon knapt 102 ára gomul. Hetta er framvegis ein kempualdur ikki minst tá í tíðini.
Anna Katrina fær tað ummæli av ættini, at hon var eitt sera gott fólk. Hon gjørdist sera deyv. Hon svav uppi á loftinum, og hevði ein pinn at steyta í gólvið, um hon vildi geva boð frá sær. Hon vildi tí ikki órógva húsfólkið óneyðugt. Tí setti hon sær eitt vatnglas á gólvið við seingina. Um vatnið rørdist, visti hon, at fólk var á fótum, men rørdist tað ikki var friður, og so skuldi eisini vera friður av henni.
Sum nevnt í føðingardagsgreinini fekk hon bert eitt barn, sonin Hans. Hann og konan fingu tvær døtur.
Onnur var Anna Katrina, sum eigur hendan gravsteinin. Hon og Johannes áttu fýra børn. Elst var Elsebeth Johanna Simonsen (1908-2002), gift við Henning Jacobsen (1905-1988), sum var úr Vestmanna. Næstur var Hans Jacob f. 1909. Síðan kom Petur, kendur sum Petur Murer. Yngst var Dorthea.
Rockerfeller sendi koyristól til Dals
Hin dóttirin var Julia Malena f. 1886. Hon giftist við Johannes Ebek Johannesen f. 1886. Tey bæði vóru fødd og deyð í Dali. Tey fingu átta børn, sum fingu ymiskar lagnur.
Elsebeth Johanna, kallað Ebba, f. 1923, doyði í Florida í 2006. Í sínum ungu døgum tænti hon hjá John D. Rockefeller jun., ein av kendastu og ríkastu vinnulívsmonnum í USA.
Ebba fór til Íslands undir krígnum, men fór haðani til Amerika, har hon fekk hetta arbeiði. Rockefeller var sera góður at vera hjá. Hon fór haðani, tá ið hon giftist við føroyinginum Esmar Lamhauge, sum hon hitti tilvildarliga í USA, tá ið hon hoyrdi hann tosa føroyskt við onkran annan. Rockefeller dámdi einki, at Ebba tá mátti fara.
Ein beiggi hennara var Vittus f. 1921. Hann var nýgiftur í 1951, tá ið hann lammaðist. Tað var ringt tá í tíðini at fáa koyristól. Tá ið Rockefeller hoyrdi hetta, sendi hann ein koyristól heim til Vittus. So Rockefeller hevur havt hjartað á røttum staði. Hann var eins og pápin kendur fyri at geva stórar upphæddir til vælgerandi endamál. Hetta rakk eisini til Dals.
Ein sonur hendan Rockefeller var Nelson Rockefeller, sum var guvernørur í statinum New York, og sum gjørdist varaforseti hjá Gerald Ford eftir, at Nixon hevði lagt frá sær. Hann segðist at vera frílyntur republikanari.
Um Johannes múraran
Tað er ikki nógv vit vita um ta yngru Onnu Katrini. Hon var bert 33 ár, tá ið hon doyði. Men vit vita nakað um mannin Johannes Simonsen, sum hevur givið henni vakurt ummæli á gravsteininum.
Hann var føddur 9. apríl 1881 og doyði 25. mai 1955. Foreldur hansara vóru Elsebeth Louise f. Mouritsen og Jacob Marius Simonsen í Havn.
Johannes var útbúgvin sum múrari og starvaðist sum múrarameisatari. Hann stóð fyri arbeiðinum at gera grundina til Dronning Alexandrines Hospital og fyri byggingini av gamla landsbókasavninum, grótbygninginum á Debesartrøð. Seinni var hann arbeiðsformaður hjá Tórshavnar Kommunu.
Hann var við til at stovna Havnar Handverksmeistarafelag í 1932, og gjørdist tá nevndarlimur.
Í 1938 verður Johannes formaður. Tann 12. juni 1934 kom hann við uppskoti um at fáa í lag ein tekniskan kvøldskúla.
Limirnir tóku væl undir við hesum. Nevndin skuldi stovna skúlan og skuldi hava loyvi til at brúka tann pening, sum var neyðugur at brúka til endamálið.
Johannes sat á tingi fyri sjálvstýrisflokkin 1928-32, og hann var í Tórshavnar Býráð 1921-1924 og 1936.
Komandi partur
Komandi hósdag verður frásøgn um Onnu Poulsen av Steinum á Velbastað, sum doyði bert 22 ára gomul í 1924