Landsverkfrøðingurin er nú farin frá - Reidar Nónfjall er nú eisini stjóri á Landsverkfrøðinginum

Vinnumálastýrið hevur tikið stig til at fremja fleiri rationaliseringar innan samferðslukervið, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður í tíðindaskrivi

? Høvuðsstovnarnir, sum vara av almenna saferðslukervinum, eru Landsverkfrøðingurin og Strandfaraskip Landsins.


Virkisøkið hjá Landsverkfrøðinginum er í høvuðsheitiviðlíkahalda samferðslukervið, meðan Strandfaraskip Landsins millum annað umsitur ferjurnar, sum taka við- har, sum vegirnir ikki røkka.


Vinnumálastýrið heldur, at alt samferðslukervið,t. e. vegir, havnir og ferjur, eigur at bvera umsitið á sama stað. Hetta ger tað lættari at samskipa raksturin og íløgurnar á øllum samferðsluøkinum, soleiðis, at mest fæst burtur úr avmarkaða tilfeinginum.


Ætlanin er at samskipa nevndu stovnar. Fyrsta stigið er sami stjóri, og eftir at útgreiningar og kanningar eru gjørdar av virkseminum, verður næsti stigið at finna útav, hvørjar umsitingarligar og aðrar útreiðslur kunnu sparast burtur.


Mett verður eisini, at stórar sparingar sum frálíður fara at liggja í samskipanini av øllum almennu samferðsluíløgunum. Samskipanin forðar ikki fyri, at partar av núverandi virksemi hjá stovnunum verða lagdir út í sjálvstøðugar eindir, har sum hetta hevur betri tænastu og/ella fíggjarligan fyrimun við sær.


Tað verður stjórin á Strandfaraskipum Landsins, Reidar Nónfjall, sum skal standa fyri samskipanini, og sum frátekur við leiðsluni á báðum stovnum. Henning Jacobsen, sum seinastu 10 árini hevur røkt starvið sum landsverkfrøðingur, er farin frá, nú starvið sum landsverkførðingur verður niðurlagt, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður í tíðindaskrivi.