– Svarið frá landsstýrismanninum als ikki nøktandi.
Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, eftir at Frihedsbrevet í gjár skrivaði um, at »upp á minni enn tvey ár hevur Tórshavnar kommuna tryggjað byggifyritøkuni Articon fleiri uppgávur fyri samanlagt 385 milliónir. Uttan at uppgávurnar eru bodnar út. Landsstýrismaðurin eftirlýsir gjøgnumskygni hjá kommununum.
Frihedsbrevet endurgevur í hesum sambandi Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann í kommunumálum at siga soleiðis:
»Tað kann í summum førum tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum liggja aftanfyri, hvør fær hvørjar uppgávur«.
Eftir at in.fo í morgun endurgav hesi tíðindi, og at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn hevur funnist at landsstýrismanninum, kom svar frá Bjarna Kárason Petersen, har hann sigur seg hava tosað við Frihedsbrevet um, at tað er ein generellur trupulleiki við manglandi gjøgnumskygni í kommununum, tá talan er um alment útboð t. d. í sambandi við byggiverkætlanir. Manglandi gjøgnuskygni ger, at illgitingar trívast um slíkar avtalur, sigur landsstýrismaðurin.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn er als ikki nøgdur við svarið. Hann skrivar soleiðis:
»Spurningurin stendur framvegis opin, um landsstýrismaðurin í lógarmálum hevur ella ikki hevur sagt, at persónlig sambond diktera, hvør fær hvørjar uppgávur frá Tórshavnar kommunu.
At landsstýrismaðurin skjýtur seg undir, at hann hevur úttalað seg generelt og ikki um Tórshavnar kommunu spesifikt, tað ger bara støðuna verri, tí so leggur hann allar kommunurnar undir korrupsjón.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann er skeivt endurgivin. Trupulleikin er, at landsstýrismaðurin ikki greiðir frá, hvat er skeivt endurgivið. So skuldsetingarnar standa framvegis.
Heldur landsstýrismaðurin fast um, at talan er um ein generellan trupulleika, so má Kommunufelagið taka málið upp beinanvegin, tí hetta er ikki hissini skuldseting.
Tað er eisini ein rættiliga álvarslig ákæra, tá landsstýrismaðurin sigur, at slíkar illgitingar trívast millum fólk, orsakað av manglandi gjøgnumskygni í kommununum.
Í Tórshavnar býráð eru øll mál fult gjøgnumskygd og hava verið gjøgnum faknevndir og fíggjarnevnd, áðrenn tey eru viðgjørd á opnum býráðsfundum, har øll hava atgongd og nærum hvørt einasta mál er einmælt samtykt.
So ákæran umfatar ikki bara leiðslu og umsiting, men alt býráðið.
Svarið frá landsstýrismanninum er tí als ikki nøktandi. Hansara úttalilsi liggja sum grund undir álvarsligum ákærum móti leiðslu, umsiting og býráði um korrupsjón, umframt at allar hinar kommunurnar nú eisini verða skuldsettar at viðgera mál við manglandi gjøgnumskygni«, skrivar Heðin Mortensen.