Landsstýrismaður: Johan og Rakul eiga at fáa Fámará

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum er ikki í iva. Hann heldur, at Johan og Rakul Dalsgaard eiga at fáa festið í Fámará. Hann heldur eisini, at tað er stór skomm, soleiðis sum Búnaðarstovan hevur uppført seg.

 

– Sum privatpersónur haldi eg, at Johan og Rakul eiga at fáa loyvi at gera Fámara til tað, tey ætla, og sum teirra verkætlan vísir.

 

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, í eini viðmerking á Facebook. Landsstýrismaðurin vísir á, at Fámara lá sum ein stór skomm áðrenn Johan og Rakul komu har.

 

– Nú er tað ein turistattraktión og eitt frístað fyri børn, sum hava trupulleikar og sum kunnu koma aftur á beint har við hjálp frá Johan og Rakul. Búnaðarstovan hevur havt ríkiliga tíð at halda Fámará viðlíka og eisni at lýsa festi leyst, sigur Johan Dahl.

 

– Sum eg skilji so, megnaðu teir eisini i heimildarloysi at lýsa Fámara til sølu.

 

– Tit eiga at taka í egnan barm, leiðsla og nevnd á Búnadarstovuni – tað sum fyrigongur frá tykkara síðu er stór skomm, sigur Johan Dahl, í viðmerkingini á Facebook.