- Lønin hjá landsstýrismonnum er alt, alt ov lág.
Tað heldur Bárður Nielsen, sum er tingmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Fíggjarnevndini.
Løgtingið hevur viðgjørt uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um at endurskoða tað skattafría ískoytið, sum politikarar fáa til útreiðslur fyri at ferðast ímillum heimplássið og Havnina og fyri at uppihalda sær í Havn.
Í hesum sambandi hevur Sosialurin víst á, at landsstýrismenn, sum búgva longst burtur frá Havnini, fáa 164.000 krónur skattafrítt í ferðastuðuli og kostnaðarendurgjaldið.
Løgtingsfólk fáa nakað minni.
Men so minkar ískoyti, tess nærri vit koma Havnini og tey, sum búgva í Havn, fáa lítið og onki.
Javnaðarflokkurin hevur ú skotið upp, at lækka hetta ískoyti so at tað samsvarar við veruligu útreiðslurnar.
Skulu ikki fáa minni
Men Bárður Nielsen staðfestir, at lønin hjá landsstýrisfólkum avspeglar avgjørt ikki tað ábyrgd eitt landsstýrisfólk hevur aftur ímóti ábyrgdina, ið fylgir við øðrum størvum.
- Eg eri sannførdur um, at skalt tú fáa ordilig fólk í landsstýrið, skalt tú eisini rinda prísin
Bárður Nielsen staðfestir, at vit fáa ofta tað, vit rinda fyri og verður lønin lækkað, kann tað fáa fólk at aftra seg við at bjóða seg fram í politikki og tað hevði verið ein vansi fyri fólkaræðið.
Tí heldur hann ikki at fíggjarligu sømdirnar hjá politikarum skulu skerjast.
- Tað kann verða hóskandi at endurskoða ferðastuðulin og kostnaðarendurgjaldið, men so er rættast at hækka lønina ístaðin fyri, heldur Bárður Nielsen.
- Eg meti ikki, at ein landsstýrismaður skal fáa minni útgoldið eftir skatt, enn hann fær í dag. Heldur skal hann fáa meir, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Ikki risa høgar
Bárður Nielsen er langt frá einsamallur um at halda, at samsýningin hjá politikarum skal ikki lækkast.
Rodmundur Nielsen helt, at skipanin við skattafríum ískoytum tolir at verða endurskoðað
Men hann heldur ikki, at lønirnar eru risa høgar, sum hann málber seg og verður ein nýggj skipan gjørd, ivast hann í um hon verður bíligari
Hann heldur eisini, at tað hevur týdning, at Løgting og landsstýri er mannað úr øllum landinum og tí mugu politikarar fáa endurgjald fyri kostnaðin, teir hava av at ferðast ímillum heim og arbeiði.
Óreint
Bill Justinussen helt, at tað er gott er at rista breiðar álir av annans mans húð.
Hann vísti á, at hetta uppskotið rakar bara politikarar úr útjaðaranum og tí heldur hann, at tað er óreint, at leggja eitt uppskot, at lækka ferðastuðul og kostnaðarendurgjald og at hækka lønirnar ístaðin.
Hann heldur, at hetta er ein partur av okkara fólkaræðiligu skipan og tí kann tað ikki samanberst við vanlig størv.
- Tað er stórur munur á, at vanlig fólk fáa ferðastuðul og at politikarar úr útjaðaranum fáa kostnaðarendurgjald so at tey ikki hava útreiðslur av, at Løgtingið er í Havn.
Bill Justinussen helt eisini, at tað er rættiliga stórur munur á at verða politikari úr útjaðaranum og at vera politikari í Havn.
- Rigmor Dam kann fara heim ímillum tveir tingfundir at tøma uppvaskimaskinuna, men tað kunnu útjaðarapolitikarar ikki, helt Bill Justinussen fyri.
Hann heldur, at tað snýr seg eisini um, at politikarar hava so frægt av virðing fyri sínum starvi, at teir eisini eiga at fáa eina ordiliga løn fyri tað.
- Alt annað er manglandi virðing fyri politiska starvinum.
Brandur Sandoy er rørandi samdur og Jógvan Skorheim helt, at endamálið hjá Javnaðarflokkinum at leggja hetta uppskotið fram, er mest at tekkjast fólki.
Helgi Abrahamsen vísti á, at øll uppskot av hesum slagi hava tað í felag, at tey raka ongantíð tey, sum seta uppskotið fram.
Hann er eisini sinnaður at broyta uppskotið, so at tað rakar allar politikarar og ein máti kann vera at umleggja kostnaðarendurgjaldið til løn.
Lítið virðiligt
Rigmor Dam helt hinvegin, at tað er lítið virðiligt, at politikarar verða dýktir undir í ákærum fyri at skava inn undir seg og tí hava tey lagt uppskotið fram.
Hon heldur, at upphæddirnar eru so stórar, at tær eru nógv hægri enn veruligu útreiðslurnar.
Annars er hon samd í, at lønirnar hjá landsstýrisfólkum er í lægra lagi.
Men uppskotið, Javnaðarflokkurin hevur lagt fram, snýr seg ikki um løn men um skattafrí ískoyti.
- Politikarar eiga at ganga á odda og spyrja seg sjálvar um tað, teir fáa í samsýning, er rætt og rímiligt.
Og verða hesi viðurskifti endurskoðað, kann tað eisini enda við, at onkrar samsýningar eru ov lágar, helt Rigmor Dam.
Kristina Háfoss, helt, at orsøkin til, at skattafría endurgjaldið er ov høgt, er kanska ein ábending um, at politikarar ikki hava torað fyri at áseta sær sjálvum eina ordiliga løn og so fá teir sær skattafríar ágóðar ístaðin.
Eisini hon heldur, at lønirnar hjá landsstýrisfólkum eru í lægra lagi, samanborið við ábyrgdina.
Men hon helt, at hetta snýr seg um rættvísi.
- Tað er ikki rættvíst, at politikarar skulu hava so nógv betri sømdir enn øll onnur til eftirløn, kostnaðarendurgjald og ferðastuðul enn øll onnur.
Onkur tinglimur skeyt upp, at politikarar kundu fáa fríar ferðir við Strandferðsluni og Bygdaleiðum og onkur annar helt, at skuldi tað verið neyðugt hjá einum politikara av bygd at verið í Havn einstakar nætur, kundu teir fingið frípláss á hotelli.