Tá nýggja fjarskiftislógin kom i gildi var Fjarskiftiseftirlitið samstundis sett á stovn.
Sambært reglugerðini fyri stovnin skal hann móttaka, og móttaka umsóknir um fjarskiftisloyvi, og eisini gera eitt tilmæli til landsstýrismannin, sum endaliga gevur loyvi.
Stjóri á stovninum er Jógvan Thomsen, og vit hava spurt hann um tað, sum Andras Róin sigur í seinastu útgávuni av Krossfeltinum.
Og Jógvan er ikki samdur við Andrassi um at myndugleikarnir hava givi- skarvin yvir.
? Teir sum hava fingið loyvi til kervi eisini hava fingið tað tí so eru teir ikki bundnir av Føroya Tele. Hetta merkir í stuttum, at ber ikki til at fáa eitt samstarv við Føroya Tele, eitt nú um prís, so kann loyvishavarin seta upp sítt egna kervi.
Men er tað ikki eitt sindur vandamikið, at ein stór íløga hjá Føroya Tele tá stendur »fyri einki«?
? Nei, tað er ikki soleiðis tað skal skiljast, men ætlanin er sjálvsagt, at Føroya Tele skal samstarva við nýggju útbjóðararnar. Kunnu teir ikki tað, so hava nýggju útbjóðararnir møguleikan at gera sítt egna, sigur Jógvan og vísir á, at tað hevði verið keðiligt um ikki Føroya Tele megnaði at fylgja við í nýggju tíðini.
Men eru myndugleikarnir ikki farnir ov langt í liberaliseringini?
? Tað haldi eg ikki. Hyggja vit í lógina, so haldi eg bara at landsstýrismaðurin hevur fylgt fjarskiftislógini, sigur Jógvan Thomsen.
Príslækking er endamálið
Jógvan Thomsen dylir ikki fyri, at endamálið við eini liberalisering av lógini er at fáa fjarskiftisprísirnar niður.
? Tað er bara í Grønlandi, at prísirnir eru hægri enn í Føroyum, og tað eru sólarklárar orsøkir til at so er, sigur Jógvan.
Hann vísir á, at frástøðurnar í Grønlandi eru øgiligar, og náttúrugivnu umstøðurnar eru ikki serliga lagaligar. Hyggja vit at Íslandi og Noregi, so síggja vit, at prísirnir eru nógva ferðir lægri enn teir eru her heima, og tað er tað vit skulu stíla eftir, sigur Jógvan Thomsen at enda.