Ítróttur
»Hvat við hinum 13?«
Soleiðis spyr ÍSF-forsetin, nú tað í fíggjarlógaruppskotinum framgongur, at tvey av sersambondunum undir ÍSF hava fingið økta játtan.
Talan er um ÍSB og FSF, sum hvør hava fingið 100.000 kr. Pengar, sum eru markaðir til ávikavist norðurlendskt sekretariat og kvinnufótbólt.
Tað í sjálvum sær fegnast forsetin um, men hann finast at, at ÍSF ikki verður tikið upp á ráð í hesum.
- Uttan at umrøða málið við Ítróttasamband Føroya hevur meirilutin í Fíggjarnevndini nú einvegis skotið upp at hækka játtanina hjá tveimum útvaldum sersambondum, sigur forsetin, sum átalar, at Fíggjarnevndin soleiðis leggur seg út í innanhýsis peningabýtið hjá Ítróttasambandi Føroya.
- ÍSF vil fegið hava at vita frá Fíggjarnevndini, undir hvørjum fortreytum ætlaða broytingin verður framd. Sum landsfelagsskapur varðar Ítróttasambandið av øllum ítróttagreinum og kann tí ikki loyva sær at gera mun á ítróttagreinunum.
Ítróttasambandið kennir heldur einki til nakra greining av føroyskum ítrótti og virkseminum hjá ymisku sersambondum, sum kann liggja sum grund fyri hesi uppíleggingini frá Fíggjarnevndini.
- Ítróttasambandið hevur ár eftir ári sent eina grundaða umsókn inn um hægri játtan, uttan at Løgtingið hevur latið við seg koma.
Royndin hjá Fíggjarnevndini at leggja seg úti innanhýsis peningabýtið hjá Ítróttasambandinum er óseriøs og má átalast, sigur Sølvi Reinert Hansen millum annað í lesarabrævinum, sum kann lesast aðrastaðni í dagsins blað.