Ein sjúkrasystur, umframt tær dulnevndu í Sosialinum, hevur eisini latið sína rødd hoyrt. Henni hevði tænt betur at tagt. Ósmæðin og sjálvglað. Eg rodnaði hennara vegna.
Vert er í hesum sambandi at bíta merki í, at Sosialurin alment sigur seg einki at vilja hava við dulnevnd lesarabrøv at gera. Her er so trongdin til at birta uppundir klandur sterkari enn almennu prinsippini.
Helst stingur trupulleikin á Landssjúkrahúsinum djúpari enn bert til nakrar normeringar. Trupulleikin er helst meira tengdur at raðfestingini á sjúkrahúsøkinum enn at fíggjarorkuni. Og raðfestingin hevur meira við leiðslubygnað at gera enn við fíggjarorku.
Tá Edmund Joensen sat sum løgmaður í Tinganesi, varð sent boð eftir manni úr Danmark at umskipa bygnaðin av almennu umsitingini í Føroyum. Hesin maður, Finn Norman Christensen, var so dugnaligur, at hann fekk føroyskar myndugleikar, uttan spurnartekin, at seta í verk eina bygnaðarskipan, sum hann helt vera góða og hóskiliga fyri Føroyar. Helst meinti hann tað, men úrslitið er at vit eru við at umsita okkum út á bláman. Jóannes Eidesgaard, tann gløggi maður hann er, royndi at smoyggja sær undan ábyrgdini og segði seg ikki at hava tikið undir við at seta skipanina í verk, men tað hava vit bæði dóm og undirskrift fyri at hann hevur. At hann hevur sovið í tímunum hjá Finni Norman Christensen er so hansara egna vanæriliga skomm.
Tá umsitingin av sjúkrahúsverkinum, við landsstýrismanninum í heilsumálum á odda, inntók bygning á sjúkrahúsøkinum til umsiting, stóð ikki á at fáa pening bæði til neyðugar og óneyðugar ábøtur og umbyggingar. Stórar upphæddir vórðu brúktar til at bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá frískum fólki, meðan tey sjúku, niðan fyri vegin, máttu verða liggjandi í gjøstri og regni, tí ikki er ráð at skifta vindeygu.
Jákup Petersen, yvirlækni, skrivar um læknaskrivararnar á skurðdeildini, at teir arbeiða undir sera trongligum umstøðum og at hølini eru fongd við soppi, sum er heilsuskaðiligt. Hvar er fakfelagið, Starvsmannafelagið, sum letur sínar limir arbeiða undir slíkum umstøðum? Hvar er Arbeiðseftirlitið, sum hevur skyldu til at ansa eftir at arbeiðsumhvørvið er trygt? Og leiðslan á sjúkrahúsinum, hvar er hon? Veit hon ikki at tað er revsivert at lata starvsfólk arbeiða undir heilsuskaðiligum umstøðum?
Myndugleikarnir hava sett í verk eina trístreingjaða leiðslu fyri Landssjúkrahúsið. Trístreingjað leiðsla hevur verið roynd fyrr, men í ongum førum hevur hon, mær kunnugt, riggað. Men hví skulu vit ikki fáa at riggað tað sum aðrir hava kolldømt? Vit eru jú so dugnaligir at semjast um at draga somu línu?
Áhugavert hevði verið at fingið at vita, hvussu stór upphædd av játtanini til Landssjúkrahúsið, ið fór til umsiting, tá ið Bonnevie ráddi fyri borgum, og hvussu stór upphæddin er í dag.
At núverandi umsiting, sum er ónýtilig, varð skipað undir øðrum landsstýri, frítekur als ikki sitandi fyri at ikki at hava roynt at gera hana bíligari og einfaldari. Tvørturímóti hevur sitandi landsstýri útbygt og útbyggir framvegis umsitingina eftir leisti frá Finni Norman Christensen. Um hetta verður leiðin framá, liggur loysingin langt úti í framtíðini. Um nakrantíð.
Væl arbeitt, Edmund!