Landssjúkrahúsið má gjalda endurgjald

Kærunevndin í almanna- og heilsumálum hevur broytt eina avgerð hjá Landssjukrahúsinum um ikki at játta einum fylgjara innivist á føroyska sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

Landssjúkrahúsið hevði noktað at gjalda fyri innvistið hjá systur sjúklingin í fýra nætur í desember í fjør.

Kærunevndin sigur, at tá ið grundarlag var fyri at ávísa fylgjara frá 8. desember og fram, var grundarlag eisini fyri at ávísa fylgjara fyri dagarnar frammanundan.

Stutti samandrátturin av avgerðini hjá kærunevndini gevur eina ábending um, at grudngevingin fyri at sýta var, at sjúkrahúsið ikki vildi gjalda til tveir fylgjarar. Kærunevndin svaraði, at talan var ikki um tveir fylgjarar men um um útskiftan av fylgjara.