Í morgin klokkan átta lokala tíð, klokkan 12 føroyska tíð verður tann fyrsta kappingin hjá teimum føroysku súkklarunum. Tá verður landavegssúkklingin á skránni. Bogi Kristiansen, Jóanes Albert Nielsen, Helgi W. Olsen, Torkil Veyhe og Gunnar Dahl Olsen er skrásettir at kappast hjá monnum á 100 km. Súsanna Skylv Sørensen skal kappast hjá kvinnum á 60 km.
Landsliðsvenjarin heldur fast við sínar góðu vónir til Torkil Veyhe, sum er vanur at kappast í tí donsku elituni. Gunnar Dahl Olsen hevur eisini góðar vónir til Guðmund Joensen, sum skal kappast í Triathlon í morgin klokkan hálvgumsjey.
In.fo/Rás2 prátaði við Gunnar Dahl Olsen, umframt myndamannin, Eyðbjørn Jacobsen og Jarvin Feilberg Hansen, samskipara hjá ÍSF.