Fyrst í september mánaði vóru umboð fyri politisku ungmannafeløgini boðin á fund við vinnumálaráðharran Johan Dahl, har Løgtingslóg um arbeiðsumhvørvið skuldi umrøðast.
Orsøkin til at ungmannafeløgini vóru boðin á fund, var at Johan Dahl vildi vita um ungmannafeløgini høvdu nakrar viðmerkingar til lógina, og beinan vegin varð greitt at her vóru sera nógv viðurskiftið ið tóktust sera ódámlig.
Tað ið serliga skar okkum í eyguni, var at landstýrismaðurin við lóg ætlar bannað ungum undir 18 ár, at arbeiða einsamøll í kioskum, grillbarrum ella handlum.
Harafturat ætlar landstýrismaðurin at áseta við lóg hvussu nógv ung fólk mugu arbeiða, og nær!
Øll ungmannafeløgini vóru á einum málið um at hettar er púra burturvið. Tað eru mong ung ið vinna sær nøkur oyru við at arbeiða nakrar tímar eftir skúlatíð. Fyri tey er hettar ikki bert peningur, men ein gevandi menning, ið kemur til góðar seinni í teirra arbeiðslívi. Ikki minst læra tey at taka ábyrgd.
Gevur tú okkara ungu ábyrgd, vaksa tey við uppgávuni. Ynskir Johan Dahl við lóg at loysa ung frá ábyrgd, førir hettar til ábyrgdarloysi.
Okkara greiða ynski á fundinum við Johan Dahl var, at bæði §49 og §50 verða strikaði heilt úr lógaruppskotinum, og hesum tóktiskt Johan Dahl at taka undir við, hann lovaði okkum at uppskotið fór “at venda rætt” tá uppskotið skuldi leggast fyri tingið, sum hann málbar seg.
Tað skal eingin ivi vera um, at politisku ungmannafeløgini vilja verja okkara arbeiðandi ungdóm ímóti slíkum ørvitis-lógaruppskotum.
Vit vilja við hesum alment spyrja landstýrismannin um hann hevur í hyggju at strika §49 og §50 úr lógaruppskotinum. Og harvið taka tilmæli frá politisku ungmannafeløgunum til eftirtektar.
Verða umtalaðu broytingar ikki framdar, vilja vit heita á allar politiskar flokkar á tingið um at atkvøða ímóti lógaruppskotinum.
----------
Vegna Politisku ungmannafeløgini
Huxa – Fólkafloksungdómur
Rói B. Poulsen
Ungmannafelagið Samband
Pætur Vatnhamar
Sosialistisk Ung
John av Reyni
Unga Tjóðveldið
Regin W. Poulsen
Unga Sjálvstýri
Dávur í Dali
Ung fyri Miðflokkin
Dánjal Joensen
Ólavur í Búrstovu
Framsøkin Ungdómur