Landsfundur skal ráðgeva tingfólkum

Miðflokkurin hevur landsfund leygardagin 24. apríl í Løkshøll í Runavík. - Nógv týdningarmikil mál eru á skránni, mál, sum floksleiðslan ynskir ráðgeving um frá fundarluttakarunum, sigur Jenis av Rana, floksformaður.

Sum dømi um mál, har hann ynskri ráðgeving, nevnir hann:

Hvat tal av valdømum er tað rætta?

Hvussu skal framtíðar fiskivinnupolitikkurin skipast?

Skulu kommunu- og skúlasamanleggingar fremjast?

Hvørjar samgongumøguleikar eigur flokkurin at raðfesta?

Tørvar Miðflokkinum tíðarrákkravdar broytingar í politikki sínum?

Skulu vit halda á við, og kanska útbyggja, politiska kvøldskúlan?

Skulu nýggir skattir og gjøld ásetas?

Er almenni yvirbygnaðurin ein hóttan móti vælferðini?

Á skránni er eisini ein pallborðsfundur, har Regin Jacobsen á Bakka, stjórai á Bakkafrost, Sonja Jógvansdóttir, leiðari av Samtak, Sigurd Poulsen, landsbankastjóri og Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, fara at svara spurninginum: »Hvussu hava Føroyar tað?«

Jeni av Rana sigur, at høvi verður hjá fundarluttakarum at gera viðmerkingar og seta spurningar til tey við pallborðið - og pallborðsfundurin verður almennur.