Landsfelag Pensjónista: Taka undir við broytingum í pensjónini

- Hækkið grundupphæddina til tað sama, sum hon er fyri støk, og takið av skattingina av viðbótum og samhaldsfasta. Hetta vildi verið ein bati fyri tey, sum onga eyka pensjón hava, og so kom eisini at vera javnvágur millum støk og hjún, heldur Sigvald Kristiansen, næstformaður í Landsfelag Pensjónista

Sigvald Kristiansen, næstform., Vegna Landsfelag Pensjónista


Nú »Uppskot til løgtingslóg um broyting av løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum« er komin fyri á tingi, vil Landsfelag Pensjónista gera vart við, at vit sum umboð fyri pensjónistarnar eru sera áhugaðir í, hvat tinglimir fara at gera í hesum máli.
Uppskotið er beint í trivnaðarnevndina, og Landsfelagið hevur sent hesi nevnd bræv, har vit lýsa okkara hugsan, og taka vit sum heild undir við uppskotinum.
Grundgevingin fyri hesum er, at vit ferð aftan á ferð á fundi við pensjónistafeløgum í hinum Norðurlondum, sum vit hava eitt gott samarbeiði við, mugu ásanna, at vit eru munandi aftanfyri, tá talan er um fólkapensjón. Hertil kemur eisini, at fólkapensjónin er ikki hækkað í mun til dýrtíðina, so alt í alt verður minni eftir hjá teimum, sum bara hava sína fólkapensjón at liva av.
Fólkapensjónin og samhaldsfastaeftirlønargjaldið verða ofta blandaði saman, hóast tey eru hvør sítt. Eisini verða ofta grundupphæddin í fólkapensjónini og viðbøturnar nevndar í einum, hóast grundupphæddin er skattafrí, meðan viðbøturnar og samhaldsfasti verða skattaði. Eisini verður munur gjørdur á hjúnum og støkum.
Fyri at gera hetta so einfalt sum møguligt eftir teimum tølum, sum eru til taks, so ein og hvør kann meta um, hvussu nógv ein pensjónistur hevur at liva av, tá privat pensjón ikki er roknað uppí, kunnu hesi tøl setast upp:

Ein stakur persónur fær í 2006:
8.121 x 12 = 97.452 kr. um árið, her skal so skattur roknast av viðbót og samhaldsfasta, umleið 25%, eftir verður so áleið 73.089 kr. um árið ella 6.091 kr. um mánaðin.

Eini hjún fáa í 2006:
13.286 x 12 = 159.432 kr. um árið, her skal so eisini roknast skattur av viðbótum og samhaldsfasta umleið 25%, eftir verður so 119.571 kr. um árið, ella 9.965 kr. um mánaðin til bæði.

Eitt hugskot kundi verið at hækkað grundupphæddina í fyrsta umfari til tað sama, sum hon er fyri støk, og so tikið av skattingina av viðbótum og samhaldsfasta. Hetta vildi verið ein bati fyri tey, sum onga eyka pensjón hava, og so kom eisini at vera javnvágur millum støk og hjún. Tað, sum pensjónistar vinna út yvir hesar veitingar, eigur at skattast eftir vanligum skattareglum.
Við vón um eina jaliga viðgerð frá øllum tingmonnum og flokkum og nevnd.
Skála 20.09.06.