Nývalda nevndin í nýstovnaða Landsbankanum hevur nú bakkað og lækkar sína egnu samsýning.
Tað hevur fingið mikla umrøðu seinastu dagarnar, at nevndan ikki aktaði boðunum úr Fíggjarmálaráðnum, men gav sær sjálvum nógv hægri løn, enn ásett varð.
– Eftir nógva almenna umrøðu um ásettu nevndarsamsýningunum til nevndarlimirnar í Landsbankanum, hevur nevndin gjørt av at eftirmeta samsýningarnar beinanvegin.
– Nevndin hevur gjørt av at fylgja tilráðingini frá Fíggjarmálaráðnum um at formaðurin fær 10.000 kr., næstformaðurin fær 7.000 og nevndarlimir fáa 6.000 kr, isgur Tummas Eliasen, nevndarformaður í Landsbankanum.