Eitt áhugavert og spennandi hugskot, sum allarhelst hevði kunnað tænt nógvum almennum endamálum, eitt nú tí siðsøguliga og eisini innan gransking, ferðavinnu og ikki minst innan umhvørvið.
Tíverri er Koltur eitt av teimum mongu málunum, ið løgtingið ikki hevur tímað at givið sær stórvegis far um og við nýggju lóg um landsjørð, so verður tað ein dýrur umgangur, um Koltur skal friðast.
Við nýggju lógini um landsjørð, sum Bjarni Djurholm so beinasamur bar niðan í løgtingið, komu allir festarar at eiga festubrøvini teir sótu við. Í mun til gomlu lógina, er tað nú festarin og ikki eigarin (landið), sum avgerð hvør yvirtekur festið.
Nú Bjørn Patursson, festari í Koltri, er vorðin stjóri yvir allari tí almennu jørðini og ætlar sær, eftir øllum at døma, at gevast í Koltri, er tað hann sum festari, ikki sum stjóri, sum avgerð hvør fær festið eftir hann.
Fær og fær, tað er allarhelst nakað nógv sagt, tí tað sum festarin ger sambært lógini er, at “avhenda” festiðbrævið til ein annan. Heitið “avhending” verður nýtt í lógini, nakað sum jólapynt í køsti, fyri at hugna um ein annars skitnan veruleika.
Tí veruleikin er tann, at tann sum sat við einum festibrævi - tann dagin lógin kom í gildi - kann selja festubrævið til hægst bjóðandi. Ein avmarking er, og hon er, at keyparin, ella tann sum situr hinumegin avhendingingina, skal hava kunnleika til landbúnað.
Sum dóttir mín Anna Maria plagar at siga, eitt gott hugskot, men tíverri nakað sum valla ber til longur, tí nýtslurætturin til almennu jørðina er givin burtur, ein gáva frá landinum til nøkur fá. Nýtslurætturin er ein vardur rættur og skal landið taka nýtslurættin aftur, ella á annan hátt, avmarka nýtslurættin, skal landið rinda endurgjald, tá einhvør avmarking í nýtslurættinum verður at rokna sum ognartøka.
Eins og við fiskiloyvum er skipanin so snildisliga gjørd, at tann, sum gevst og fer úr vinnuni fær nógvar pengar, meðan tann dugnaligi, sum heldur fram og tekur tøk, má gjalda gildið.
Er festarin í Koltri í ivi um støðu sína, kann hann altíð spyrja stjóran á búnaðarstovuni – ella formannin í bóndafelagnum! Tí fólkaflokkurin hevur nú yvirgingið seg sjálvan – í hesum máli situr sami maður ikki bara báðumegin borðið, men á øllum trimum síðum.