Landa veiði hjá jollufiskimonnum

Síðan Ågot fór til Grønlands at taka ímóti svartkalva hjá jollufiskimonnum, hava teir tvær ferðir verið inni í Umanak og landað.

Mikudagin var Ågot inni í Umanak í Grønlandi og avskipaði 75 tons av frystum svartkalva. Mikudagin í vikuni fyri vóru teir eisini inni, og tá avskipaðu teir 50 tons av svartkalva.

 

Ågot liggur í Umanak-fjørðinum og tekur ímóti svartkalva frá grønlendskum jollufiskimonnum.

 

- Tað hevur gingið hampiligt, síðan vit byrjaðu her yviri. Veðrið hevur verið gott, sól fyri tað mesta. Tó hevur verið sirm onkra løtu.

 

Tað sigur Símun í Vátutoft, sum er ein av manningini við Ågot. Hann vísir á, at Vesturleiki er eisini har yviri á leiðini og tekur ímóti fiski. Teir eru leigaðir av Royal Greenland.

 

- Vesturleiki hevur fingið væl av fiski. Teir hava ligið uttan fyri Umanak, meðan vit liggja nærri smærru bygdunum á leiðini, sigur hann.

 

Símun í Vátutoft sigur, at grønlendsku jollufiskimenninir fiska við línu, og teir egna við lodnu - ella amasettum - sum teir rópa tað. Teir glúpa lodnuna fram við sandstrondum.

 

- Amasettirnar eru bara at fáa um summarið. Seinni noyðast teir at keypa agn. Vit høvdu agn yvir við okkum, sum verður selt til jollufiskimenninar seinni, leggur hann aftrat.