Laksur og rognkelsi í sama aliringi

Fiskaaling fer spennandi royndir við rognkelsi sum reinsifiski í føroyskari aling.

Rognkelsi, sum livir í aliringum, etur lús av alifiski. Tí hava lívfrøðiligir hættir at halda talið av laksa-og seiðalús niðri fingið størri áhuga seinastu árini.

 

Tað staðfestir Fiskaaling, sum hevur gjørt royndir við at ala rognkelsi í Nesvík.

 

- Nakað av vitan finnst um, hvussu hesin fiskur kann alast, men enn er nógv eftir at kanna. Í tí sambandi hava vit fingið samstarv í lag við útlendskan granskingarstovn. 

 

Fiskaaling sigur, at tær fyrstu royndirnar í 2012 gingu ikki eftir vild, men í ár hevur gingið betri.

 

- Málsetningurin er at framleiða nóg mikið av rognkelsi á umleið 5-7 sentimetrar til avmarkaða royndarútseting í aliringar saman við laksi næsta vár.
 

Lagt verður aftrat, at verkætlanin fevnir eisini um atferðarroyndir, har kannað verður í hvønn mun fiskurin etur lús, og hvussu hetta kann optimerast.