Torbjørn Jacobsen hevur verið frammi í samband við ætlaðu byggingarnar av undirsjóvartunnlum inn á Skálafjørðin og til Sandoynna. Nú hevur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, mælt til at útseta Sandoyartunnilin, tí búskapurin gløðir, men eftir samgongufund í gjár er greitt, at tunnilsætlanin verður ikki útsett.
Tóm ballón
- Eg havi onki ímóti, at sandoyingar fáa tunnil. Eg havi bara sagt, at ein eigur at raðfesta, og ein eigur ikki bara at brúka pening uppá samferðslukervið. Vit hava til dømis onki universitet í Føroyum, vísir Torbjørn Jacobsen á.
Men hann hevur sínar hugsanir, eftir at samgongan var á fundi í gjár og Sandoyartunnilin ikki varð útsettur, sum fíggjarmálaráðharrin annars mælti til, fyri at tálma búskapinum.
- Magni Laksáfoss hevur sopið alt í seg aftur. Fíggjarmálaráðharrin er drigin ígjøgnum fólkafloksmaskinuna og sigur nú tað øvugta av tí, sum hann hevur sent ballónir upp um í alt summar, sigur Torbjørn Jacobsen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin.
Hann leggur afturat, at tað neyvan er grundað á, at landsstýrismaðurin ikki hevur førleika.
Sum tað eigur
- Nú er tað sum tað eigur í hesi samgonguni. Teir eru trekkiross hjá Fólkaflokkinum. Allir vóru samdir um, at búskapurin er ovurhitaður, men nú eru teir bert samdir um at hyggja at fíggjarlógini, men har er onki at fara eftir, tí 90% eru sáttmálabundnar lønir og annað slíkt, ið onki kann gerast við, segði Torbjørn Jacobsen í stuttari viðmerking innan tingfundin í morgun.
Bersøgin røða
Í tinginum í samband við viðgerðina av løgmansrøðuni í dag segði Torbjørn Jacobsen millum annað:
- Ímeðan hevur Sambandsflokkurin, honum so líkt, sitið sum ryssa yvir deyðum fyli, sum ífylla, og rikið óansvarligan fíggjarpolitikk. Tað hevur sprænt út úr hvørjum orði nýggi landsstýrismaðurin, Laksafoss, hevur latið almenninginum, síðani hann setti seg í ruggustólin úti í Albert Hall. Fram til í gjár, táið hann bukaður og bardur, sum lofnaður papageykur, kom útaftur av samgongufundi og bekenti sínar syndir mótvegis Fólkaflokkinum. Nú var talingur einans um generellan niðurskurð kontu fyri kontu á komandi fíggjarlóg, ein fíggjarlóg sum rakstrarliga, eftirhondini, er fastlæst í sáttmálabundnum lønum. 3-0 til Óla, Anfinn og Jørgen.
Røðan er prentað í fullari longd aðrastaðni í blaðnum í dag.