Fiskastovnar
Í sínum tilmæli til landsstýrismannin, Tórbjørn Jacobsen, vísir Fiskirannsóknarstovan á, at tað, at veiðitrýstið eigur at minka, er ikki tað sama sum, at veiðan fer at minka.
– Um veiðitrýstið verður minkað, kemur tað at merkja veiðina ta fyrstu tíðina, kanska í eitt til trý ár. Eftir hetta kann væntast, at veiðan í tonsum sum heild verður hin sama, men at færri og størri fiskar verða veiddir.
Fiskirannsóknarstovan heldur, at hetta hevur fleiri fyrimunir. Stórur fiskur er betur egnaður í gýtingarstovninum, og stórur fiskur er eisini betri egnaður í framleiðsluni.
- Tískil er væntandi, at meira fæst burtur úr við einum hóskandi enn einum ov stórum veiðitrýsti. Eisini kann væntast, at eitt hóskandi veiðitrýst gevur færri sveiggj í veiðini ár undan ári.
Fiskirannsóknarstovan vísir á, at tilgongdin av ungum fiski er ymisk ár undan ári.
- Summi ár er tilgongdin góð, onnur ár verri. Við harðari roynd verður fiskiskapurin góður, tey árini tilgongdin er góð. Men samstundis verður lítið og einki eftir til árini, tá tilgongdin ikki er góð.
Fiskirannsóknarstovan heldur samanumtikið, at við ov harðari roynd kemur minni upp á land í longdini, eins og sveiggini millum góð og ring ár verða alt ov ógvuslig.