Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur í dag lýst 27 kunngerðir, sum eru partur av rúgvismikla lógarpakkanum um løggilding hjá heilsustarvsfólkum í Føroyum.
Í heyst var autorisatiónslógin einmælt samtykt í Løgtinginum. Ein av stóru broytingunum var m.a., at kiropraktorar, ergoterapeutar, fysioterapeutar, optikarar og heilsurøktarar fingu løggilding, ið tey ikki høvdu áður.
Tær 27 kunngerðirnar, sum nú eru settar í gildi við heimild í autorisatiónslógini, snúgva seg í høvuðsheitum um faklig krøv til heilsustarvsfólk, sum Ministeriet for Sundhed og Forebyggelse, Sundhedsstyrelsen ella Statens Seruminstitut varða av.
Heilsumálaráðið skrivar í tíðindaskrivi, at ein av broytingunum er, at tað nú er lættari hjá sjúkrahúsunum at fáa læknar úr londum uttan fyri ES/EØS.
“Sum er skal lækni úr triðjalandi, sum kemur til Føroyar at arbeiða, læra danskt ella undirvísast í danskari heilsulóggávu. Hetta verður nú broytt, soleiðis at læknin kann velja, um hann fer upp til eina føroyska ella danska málroynd, og um hann fer upp til roynd í føroyskari ella danskari heilsulóggávu.
Landssjúkrahúsið hevur upplýst, at av og á hevur lækni frá triðjalandi mett tað vera ein trupulleika at viðkomandi skuldi taka royndir í donskum máli og viðurskiftum, tá ið viðkomandi ikki skuldi nýta danska málið í Føroyum. Hesin trupulleiki verður loystur við nýggju kunngerðini.” Skrivar Heilsumálaráðið.









