»Læknaskrivarin sum samskipari og fyriskipari«

VII. Norðurlendska Læknaskrivararáðstevnan 1998 verður hildin í Norðurlandahúsinum dagarnar 27., 28. og 29. mai 1998. Tað hava 262 luttakarar teknað seg til ráðstevnuna. Yvirskriftin fyri ráðstevnuna er: »Læknaskrivarin sum samskipari og fyriskipari«

Mikumorgunin 27. mai 1998 verður vitjað á Lágargarði.

Vælkoma verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 27. mai 1998 kl. 18.30, har Høgni Joensen, almanna- og heilsustjóri og Leivur Hansen, býráðsformaður bjóða vælkomin. Aftaná verður borðreitt við ymiskum fiskarættum.

Hósdagin 28. mai 1998 verður byrjað kl. 10.00, har ráðstevnan formelt verður sett av Jón á Steig, leiðandi yvirlækna á Heiliráðdeildini.

Síðani verða fyrilestrar allan hósdagin og fríggjadagin til kl. 13.00, tá útferð verður gjørd í Eysturoynna. Vitjað verður í Gøtu, Runavík og á Toftum, har vit bjóða eina máltíð á Svangaskarði.

Í samband við ráðstevnuna hevur »Nationalforeningen til bekæmpelse af lungesygdomme« ein bás í Norðurlandahúsinum við upplýsandi tilfari um lungnasjúkur.

Ætlanin er hjá »Nationalforeningen til bekæmpelse af lungesygdomme« at stovna eitt lungnafelag í Føroyum og at hvør nýføðingur fær eina sparkidrakt, har áskriftin: »Ansa eftir mínum lungum« verður.

Aftaná ráðstevnuna fer »Nationalforeningen til bekæmpelse af lungesygdomme« at hava fund við politikarar og Jón á Steig, serlækna í lungnasjúkum um stovnanina av tí Føroyska Lungnafelagnum.