Í hesum døgum er orkestrið Ælabogin á konsertferð í Spania. 43 fólk eru við í hópinum, har tónleikararnir telja 21 og 3 orkesturleiðarar. Hini 19 eru antin hjálparfólk, stuðulstónleikarar ella vanlig ferðandi. Tað skrivar Javni á síni heimasíðu.
Orkestrið heldur til í Albir Garden Resort í lítla býnum Albir, sum liggur heilt tætt við Benidorm.
Ælabogin hevði fyrstu konsertina mánadagin í konsertsalinum í einum vardum verkstað í Terramar, sum liggur í útkantinum av Alicante. Ein sera væleydnað konsert, sum var til stóra frøi fyri áhoyrararnar, sum taldu eini 150 persónar.
Næsta konsert verður hósdagin í Albir Garden Resort, har Sólorka skipar fyri undirhaldi hvørt kvøld kl 18. Triðja og seinasta konsertin verður fríggjadagin á skúlanum CPEE Gargasindi í Calpe, sum er ein býur, sum liggur ½ tíma við bussi frá Albir.
Umframt at venja, spæla konsertir og hugna sær í Albir, so verður eisini vitjað á merkisverdum støðum ymsastaðni í grannabýunum.