Lítla millión í endurgjaldskravi

Á rættarfundurin mikudagin vórðu tvey endurgjaldskrøv løgd fram móti ákærda kroatanum, sum er mettur at hava tikið lívið av Dánial Petur Hansen

33 ára gamli maðurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið Dánial Petur Hansen, er eisini skuldsettur fyri í seks førum at hava svikað við einum visakorti hjá einum eldri manni á Nesi.
Tann ákærdi hevur onkusvegna tiltuskað sær bæði kort og pin-kotu til kortið hjá eldra manninum, og hevur í fleiri umførum tikið út pengar úr peningaautomatum í Saltangará og Toftum.
Um framt hetta hevur ákærdi kroatin keypt talutíð til bæði sína fartelefon og ta hjá fyrrverandi konu Pidda.
Svikið byrjaði í august og helt fram til fyrst í oktober, tá eldri maðurin meldaði 33 ára mannin til politiið.
Tá hevði ákkærdi mjólkað kontoina hjá órættaða eldra manninum fyri 67.495 krónur. Og hetta er eisini endurgjaldskravið hjá manninum móti ákærda.

Endurgjald til børnini
Men tað var kortini lítið aftur ímóti endurgjaldskravinum, sum sakførarin hjá børnunum hjá Pidda hava lagt móti tí ákærda.
Fríða Patursson umboðar børnini, og hon útgreinaði krøvini í rættinum fyrrapartin mikudagin.
Trý av børnunum eru enn ikki myndug, og tí verður kravið fyri hesi størri enn fyri tær báðar myndugu døturnar. Tær tríggjar ómyndugu skulu nevniliga hava barnapengar inntil tær eru myndugar.
Barnapeningurin er 1056 krónur um mánaðin, byrjandi frá 1. desember 2011, og fram til dagin tær hvør sær fylla 18 ár.
Fyri yngsta barnið merkir hetta eitt samlað endurgjald á 240.448, næstyngsta 193.984 og triðyngsta 181.312 krónur.
45.000 krónur verða kravdar fyri minnishald og minnisstein og hædd verður tikin fyri einari møguligari jarðarferð. Eisini verður hædd tikin fyri møguligari sálarfrøðiligari hjálp, so samlaða endurgjadskravinum frá børnunum er 836.956.
Tað merkir eitt samlað endurgjaldskrav móti ákærda – sjálvandi treytað av, at hann verður dømdur – á 904.451 krónur.