Lærararáðið stúrir fyri avleiðingum

Lærararáðið á Føroya Læraraskúla heitir á partarnar í Læraraverkfallinum um at taka samráðingarnar uppaftur sum skjótast.

Lærararáðið sigur seg í eini yvirlýsing stúra fyri avleiðingunum av verkfallinum.

? Vit heita á avvarandi myndugleikar at bera so í bandi, at ætlaninar í skúlalóg og kunngerð kunnu fremjast í verki, sigur Lærararáðið á Læraraskúlanum.