Í dag hittast lærarar úr ymiskum fólkaskúlum til eitt fullteknað íverksetaraskeið í Íverksetarahúsinum.
Endamálið við skeiðnum er at geva lærarum vitan og amboð til at fáa gongd á frálæru innan íverksetan millum teir, í fyrstu atløgu, elstu næmingarnar í fólkaskúlanum.
- Um íverksetan í nærmastu framtíð skal gera seg galdandi fyri føroyska búskapin, so hevur tað avgerandi týdning, at fáa sterku ressursuna, sum fólkaskúlin er, við í leikin, sigur Íverksetarahúsið í tíðindaskrivi.
Eitt tak á hesum øki vil eftir fáum árum hækka støðið hjá næmingunum á eitt nú Ungt Virki og European Business Games í miðnámsskúlunum.
- Á hendan hátt eru vit í ferð við at fáa skúlaskapin í føroyska samfelagnum rættuliga við á tí týdningarmikla íverksetaraøkinum, sigur Íverksetarahúsið.
Samskipanin av Ungt Virki, EBG og fólkaskúlanum í Íverksetarahúsinum, sum í hesum døgum verður fyrireikað, merkir eisini, at menningin av íverksetan í skúlahøpi kann gerast rættuliga virkin við skjótum úrslitum, sum skulu síggjast aftur í komandi tíðum í eini tilgongd av fleiri munadyggum íverksetum og ítøkiligum íverksetaraætlanum.
Seinastu árini hava í altjóða høpi víst, at samfeløg við einum sterkum fjøltáttaðum íverksetarabúskapi, hava tey bestu framtíðarútlitini.
Tí hevur ein miðvísur innsatsur á júst hesum øki serliga stóran týdning fyri føroyska búskapin, sum framvegis í ov stóran mun er tengdur at einari vinnugrein.