Lærarakreftir uttanífrá loysa ikki trupulleikan

Tað er eingin, sum skal loysa lærararnar av.

Tað er greiða niðurstøðan hjá Herálvi Jacobsen, formanni í Lærarafelagnum.

Bólkurin handan Talis-kanningina mælir til, at aðrir fakbólkar koma inn um skúlagátt og undirvísa næmingunum enn bara fólkaskúlalærarnir.

Aðrir yrkisbólkar kunnu stuðla og ríka fólkaskúlan, røkja ávísar uppgávur, samstarva við lærarnar, men teir skulu ikki loysa lærararnar av.

Skal fólkaskúlin verða latin upp fyri fleiri yrkisbólkum enn fólkaskúlalærarum, er neyðugt at hava fyrilit fyri verandi skipan, heldur Herálvur Jacobsen.

- Áðrenn farið verður undir alternativar loysnir, má tað verða eitt krav, at Læraraskúlin skal vera førur fyri at útbúgva ein breiðan hóp av lærarum. Ein fjøltáttað eftirútbúgving stendur verandi lærarum í boði. Tað ber ikki til at síggja burtur frá lærarafakligu førleikunum. Tað er eisini ein eyðsýnd dygd, at einstaki skúlin virkar sum ein eind, og at trygdin, sum næmingarnir kenna í einum støðugum lærarahópi, ikki fer fyri skeytið, sigur Herálvur Jacobsen við heimasíðuna hjá lærarafelagnum.