Lønarvøksturin fyrra hálvár 2008 er 3%

Í fiski- og aðrari ráevnisvinnu er 15% minni útgoldið í lønum higartil í ár og svarar tað til góðar 107 mió. kr. - skrivar Hagstovan á heimasíðu síni. Nú komið er hægst á summarið, ber til at gera upp lønargjaldingar fyri fyrra hálvár. Fyrra hálvár í ár er 117 mió. kr. meira útgoldið í lønum í mun til fyrra hálvár 2007. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 3%.

Lønarvøksturin er ikki javnt býttur út á vinnugreinar. Í fiski- og aðrari ráevnisvinnu er 15% minni útgoldið í lønum higartil í ár og svarar tað til góðar 107 mió. kr. Hinvegin er vøksturin í tænastuvinnuni 10% og svarar tað eisini til góðar 107 mió. kr. Byggivinna og onnur tilvirking hevur framgongd uppá 9% og tað almenna hevur rindað 7% meira í lønum.

Í vinnugreinini fiskiskapur sæst, at fallandi avreiðingarvirði og mongd gevur minni løn. Fyrra hálvár 2008 varð útgoldið 123 mió. minni enn fyrra hálvár 2007. Hetta svarar til eina afturgongd uppá 25%.