Lønarútgjaldingarnar í alivinnuni øktar við 50%

Í juli í ár eru 620 mió. kr. útgoldnar, og er hetta 37 mió. kr meira enn í juli 2007, tá 583 mió. kr. vórðu útgoldnar. Í alivinnuni er vøksturin í juli nærum 50% í mun til í fjør, men byggivinnan og skipasmíð hava ein vøkstur upp á uml. 15%.

Í hinum endanum sæst, at sjóflutningur hevur havt afturgongd upp á 14% og hotel og gistihús hevur eina afturgongd uppá 10%.

Samlaði lønarvøksturin í ár er um 4%. Í fiski- og aðrari ráevnisvinnu er tó ein afturgongd, ið er 12%. Í hinum vinnunum er framgongd uppá millum 7,5% og 9%, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.