Línan stóra afturgongd

Avreiðingartølini fyri januar til august í ár, vísa framvegis, sum undanfarnar uppgerðir í ár, eitt munandi lægri avreiðingarvirði í mun til sama tíðarskeið 2008. Samlaða avreiðingarnøgdin er áleið tann sama, men fyri týðandi fiskasløg sum tosk, hýsu og havtasku er nøgdin minkað í mun til 2008. Av upsa, svartkalva og gulllaksi er munandi meira avreitt í ár.

Um hugt verður eftir avreiðinagarvirðinum sæð í mun til veiðuhátt sæst, at ymiskt er hvussu gongdin hevur verið seinnu árini. Tað at avreiðingarnøgdin av toski og hýsu hevur verið minkandi saman við at fiskaprísirnir hava verið fallandi seinastu 2 árini viðførir, at serliga avreiðingarvirðið hjá línuflotanum er fallið nógv seinnu árini.

Fyrra hálvár 2007 avreiddu línuskipini fyri smáar 230 mió. kr., meðan fyrra hálvár í ár varð avreiðingarvirðið einans smáar 90 mió - eitt fall á umleið 60%. Eisini hjá lemmatrolarnum hava 2 tey seinastu árini roynts illa. Landaða virðið hjá hesum skipum er fallið áleið 45%. Hjá partrolarnum hevur tað roynst betri seinnu árini, har hevur avreiðingarvirðið verið støðugt vaksandi síðani 2004 og er vaksið 6% seinastu 2 árini, skrivar Hagstovan