Denis Mukwege og Nadia Murad fáa friðarheiðursløn Nobels í ár. Tað kunngjørdi nobelnevndin í Oslo fyri løtu síðani.
Tey bæði fáa friðarheiðurslønina fyri sítt stríð móti krígsbrotsverkum, serliga fyri at steðga seksuellum harðskapi.
- Dennis Mukwege er hjálparmaðurin, sum hevur givið sítt lív til at tala søk ofranna. Nadia Murad er vitni, sum sigur frá um yvirgangin móti sær og øðrum. Á hvør sín hátt hava tey gjørt sítt til at seksuellur ágangur verður fluttur fram í ljósið, so at gerningsmenninir kunnu ábyrgdast, sigur Nobelnevndin.
63 ára gamli Denis Mukwege hevur brúkt stóran part av lívinum til at stríðast móti seksuellum harðskapi í Kongo, har borgarakríggj hevur kravt lívið av seks milliónum fólkum.
25 ára gamla Nadia Murad er av Yezidi-minnilutanum í norðurirak. Í 2014 tók IS hana til fanga og hildu hana sum sextrælur, men hon megnaði at flýggja tríggjar mánaðir seinni. Síðani hevur hon greitt frá, hvat henni var fyri. Síðani 2016 hevur hon verið fyrsta sendiboðið hjá ST (goodwillambassador) fyri tey, ið hava yvirlivað menniskjahandil. Mett verður, at IS hevur tikið 50.000 til 60.000 kvinnur og børn til fanga og selt tey sum sextrælir.
Stjórin í altjóða friðargranskingarstovninum í Oslo, PRIO, Henrik Urdal, sigur at hetta er ein týdningarmikil handan, sum hann fegnast um.
- Hetta er ein handan, sum viðurkennir, at seksuellur harðskapur verður nýttur í kríggi. Hetta leggur áherðslu á, at heimssamfelagið má arbeiða við at fyribyggja og revsa slíkar gerðir, sigur hann.
Denis Mukwege hevur longu í mong ár verið nevndur sum ein av favorittunum at fáa friðarheiðurslønina fyri sítt arbeiði millum kvinnur í Kongo.
331 einstaklingar og felagsskapir vóru í uppskoti at fáa friðarheiðursløn Nobels. Bæði Denis Mukwege og Naida Murad vóru roknað millum favorittarnar.









