Løgtingsformaðurin hevur meirilutan við sær

Løgtingsformaðurin tryggjar sjálvur, at meiriluti er í formansskapinum í løgtinginum fyri, at uppskot um at gera Føroyar til eitt valdømi skal fyrireikast Edmund Joensen, løgtingsformaður, sigur, at meiriluti er í formansskapinum í løgtinginum fyri, at eitt uppskot um at gera Føroyar til eitt valdømi verður fyrireikað.

- Vit hava havt eina atkvøðugreiðslu í formansskapinum, og tá ið tað stendur á jøvnum 2-2, er atkvøðan hjá formanninum avgerandi, og tí er meiriluti fyri at fyrireika uppskotið um eitt valdømi. Tá ið uppskotið er liðugt, verður tað aftur lagt fyri formansskapin at taka støðu til, sigur Edmund Joensen, løgtingsformaður.

Á fundi tann 30. mai varð málið um broyting í vallógini fyri í formansskapinum. Edmund Joensen og Óli Breckman vóru fyri at gera eitt uppskot um at Føroyar verða eitt valdømi, meðan Heirgeir Nielsen og Vilhelm Johannesen vóru ímóti. Umsitingin í løgtinginum skal nú fyrireika uppskotið, og so verður tað væntandi lagt fyri løgtingið eftir ólavsøku.

- Hetta er rætti hátturin at fáa uppskotið í løgtingið. Løgtingið, samgongan og flokkarnir eru sundurbýtt í hesum máli, og hvørki flokkarnir ella samgongan klára at gera eitt slíkt uppskot, heldur løgtingsformaðurin.